Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Fyrsta Føroyska víkingaskipið heimasíðu

Felagið Vìkingaskipið, sum hevur til endamáls at byggja fyrsta føroyska víkingaskipið nakrantíð, og afturat tí eisini eitt neyst sum skal hýsa skipinum – hevur nú fingið egna heimasíðu, har kunning er um verkætlanina.

Um verkætlanina: Føroya fyrsta víkingskip

Skipið kemur at hava heimstað í Hovi, sum var víkingahøvuðstaðurin. Í Hovi síggja vit fleiri leivdir frá víkingatíðini so sum asatemplið, grøv Hovgríms o.s fr. Av tí sama verður mett at Hov er rætta staðsetingin til neystið og skipið. Í samband við arbeiðið at finna fram til rætta skipið at byggja, hevur nevndin í felagnum verið í Danmørk og Noregi og fingið samband við serkøn fólk á økinum, sum øll hava sína meining um snið og siglingareginleikar og hvørt hettar hóskar seg til sigling millum oyggjarnar í Føroyum. Eitt krav var tó, og tað var at skipið skuldi bæði hava segl, og lætt kunna rógvast. Við hesum fyri eyga var tað rímuliga skjótt at valið fall á Tune skipið sum er funnið við Sarpsborg í Noregi. Tuneskipið var eitt havgangandi skip sum eisini lættliga kann rógvast.

Orsøkin til at vit fóru undir hesa verkætlan, er tí at vit meta at føroyingar sjálvsagt skulu hava eitt víkingaskip, men eisini tí at hettar fevnir um eitt spennandi tíðarskeiðið í Føroya søgu sum er við at hvørva, og tað er stórt spell! Við hesi verkætlan vóna vit fyrst og fremst at kunna økja um áhugan fyri víkingunum, og víkingatíðini, men eisini at skapa ein mentanardepil, har til ber at koma og ogna sær vitan, læra seg gomul handverk og fyri á tann hátt at føra tað víðari til komandi ættarlið.

Facebook viðmerking