Múrarafelagið Knáur

Sjúklingaráðið sett av nýggjum

Landsstýriskvinnan í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg, hevur sett Sjúklingaráðið av nýggjum.

Uppgávan hjá Sjúklingaráðnum er at verða ráðgevandi hjá landsstýriskvinnuni í málum um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar í sjúkrahúsverkinum.

Landsstýriskvinnan hevur valt Sjúklingaráðið út frá innsendum uppskotum frá sjúklingafeløgum og áhugabólkum. Tey, ið manna Sjúklingaráðið, eru:

  • Jákup N. Olsen, Tórshavn
  • Kristiana Rein, Tórshavn
  • Trúgvi Jacobsen, Tórshavn

 

  • Jóna Skorheim, Klaksvík
  • Pauli Klakkstein, Klaksvík
  • Silvia Thomsen, Ánir/Klaksvík

 

  • Maud Benjardøgg, Vágur
  • Emil Michelsen, Øravík
  • Jeanna í Lágabø, Vágur.

Sjúklingaráðið hevur havt fund í dag og hevur skipað seg. Jákup N. Olsen heldur fram sum formaður, og Maud Benjardøgg heldur fram sum næstformaður. 

Sambært kunngerð skal landsstýriskvinnan velja eitt sjúklingaráð við níggju limum, út frá landafrøðiligum atliti, sum skal hava møguleika at viðgera øll heildarmál um viðurskifti, ið hava týdning fyri veitingar til sjúklingar.

Facebook viðmerking