Bank Nordik

Arbeiðsformaður til Porkeris kommunu

Porkeris kommuna søkir eftir arbeiðsformanni at arbeiða fulla tíð.

Arbeiðsuppgávur:

Undir leiðslu og neyvum samstarvi við borgarstjóran, fyriskipar og røkir arbeiðsformaðurin m.a. hesar uppgávur:

  • Dagligu leiðsluna av viðlíkahaldi av kommunalum bygningum og ognum, m.a. skúlavørður, vatnverkið.
  • Dagligu leiðsluna av vatnleiðingum,spillivatnsleiðingum, fríðkan av økjum,t.d. kirkjugarðin, minnisvarðan o.a. viðlíkahaldi av vegum og gongubreytum o.a. Sum heild at halda bygdina reina.
  • Hava ábyrgdina av amboðum, og at øll brand- og bjargingarútgerð er dagførd.

 

Persónligir eginleikar:

  • Vit ynskja, at tú er røkin, málsøkin, fyrikomandi, dugir væl at fara við starvsfeløgum og viðskiftafólkum.
  • Dugir væl at skipa fyri, arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir.

 

Fakligir eginleikar:

  • Vit ynskja at tú hevur viðkomandi fakligan kunnleika og møguliga arbeiðsroyndir á omanfyri nevndu økjum.
  • Skal verða handaligur og hava góð samstarvsevnir.
  • Teldukunnleiki á brúkarastigi er ein fyrimunur. Hava koyrikort.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið verður at seta skjótast gjørligt og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.  Starvið verður at rokna sum royndartíð tríggir teir fyrstu mánaðarnir.  Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Porkeris kommunu á tlf. 254430/373603.

 

Umsóknir:

Umsókn við avriti av møguligum prógvum og/ella viðmælum og royndum verða at senda til Porkeris kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella porkeri@porkeri.fo í seinasta lagi 10.04.2017

Porkeris kommuna tilskilar sær rætt til frítt at velja millum innkomnar umsóknir ella onga at taka.