Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

VÁGS KOMMUNA SØKIR Reingerðarfólk

Søkt verður eftir reingerðarfólkið til Vágs kommunu at byrja skjótast tilber.

Talan er um tíðaravmarkað starv fram til 1. juli 2017 áleið 20 tímar um vikuna í Vágs Høll.

Starvið er tímalønt samsvarandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og Føroya Arbeiðarafelag.

Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til býráðsskrivstovuna tlf. 239308.

Umsóknin skal vera Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. mars 2017 kl. 12.00.

Umsóknin skal sendast til:

VÁGS KOMMUNU
Vágsvegur 30
Fo-900 VÁGUR
ella á vagur@vagur.fo

Facebook viðmerking