Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Missiónsvikuskifti í Ørðavík

Hetta vikuskiftið (1. og 2. apríl) verður missiónsvikuskifti í Bønhúsinum í Ørðavík. Hetta er tað seinasta av missiónsvikum og vikuskiftum, sum Heimamissiónin í Suðuroy skipar fyri hesa vetrarhálvuna.

Jógvan Steintún, Jákup Suni Lauritsen úr Sørvági saman við Hendrik Olsen úr Hósvík koma at luttaka við talu og sangi. Eisini kemur Mansbólkurin at syngja sunnukvøldið. Tá verður eisini høvi at stuðla arbeiðinum hjá Heimamissiónini við eini peningagávu.

Ein drekkamunnur verður at fáa bæði kvøldini. Møtini verða leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00.

Facebook viðmerking