Múrarafelagið Knáur

Torgið stuðlar Hvistunum í Suðuroynni

Leygardagin 1. apríl var sligið stórt upp á Torginum, tá ið Hvistan skipaði fyri tiltakið. Nógv fólk var saman komi og sólin kagaði fram, tá ið formaðurin í Hvistuni Finn Johannessen bjóðaði vælkomin og kunnaði um tiltakið.


Aftaná, bleiv samstarvsavtala undirskriva millum Torgið og Hvistuna, har Torgið stuðlar felagnum í arbeiði teirra, at fáa enn fleiri í Suðuroynni at koma við út at røra seg.

Síðani fóru fólk spákandi, rennandi, trillandi og rennandi gjøgnum Vág og runt Vatnið, áðrenn leiðin lá út aftur á Torgið. Har bleiv bjóða kaffi, frukt, vatn og annað gott, samstundis sum fólk kundu fáa mált blóðtrýst, viga seg, ella bara práta og lurtaði eftir tónleiki frá Hans Jacob Hjelm sum sera hugnaliga prátaði og sang.

 

Facebook viðmerking