Bank Nordik

Róland flúgvandi: 1:05.34 í 100 m. bringu

Róland Toftum setti í morgun nýtt føroyskt met í 100 m. bringu við Danish Open. Og í B-finaluni seinnapartin setti Róland aftur føroyskt met í 100 m. bringu.

Í morgun tók Róland føroyska metið í 100 m. bringu hjá Páli Joensen, tá hann svam teinin við tíðini 1:06.24. 

Í B-finaluni seinnapartin svam Róland teinin við tíðini 1:05.34, og kvetti ein flúgvandi Róland Toftum sostatt næstan 1 sekund av metinum í morgun.