Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Navnakapping “Dagstovnur í Hvalba”

Tann 1. august í ár letur nýggi dagstovnurin í Hvalba upp. Dagstovnurin fer at rúma børnum í vøggustovu- og barnagarðsaldri og frítíðarskúla fyri børnum í 1. – 3. flokki.

Bygdarráðið hevur samtykt at skriva út kapping um navn til stovnin.

Sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tygum halda tygara navn vera hóskandi, til Hvalbiar Kommunu og merkið brævbjálvan “Navnakapping”.

Navnið á sendaranum skal ikki skrivast á navnauppskotið ella frágreiðingina, men leggjast í ein annan afturlatnan brævbjálva saman við uppskoti og frágreiðing.

Uppskotið skal sendast Hvalbiar Kommunu, Bíarvegur 2, 850 Hvalba – og skal verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi mánadagin 29. mai kl. 13.00.

Virðisløn á kr. 3.000,- verður latin fyri vinnandi uppskotið.

Kommunan tilskilar sær rætt til frítt at velja ímillum innkomnu uppskotini ella onki at taka.

Hvalbiar Kommuna

Facebook viðmerking