Bank Nordik

VB-Neistin sunnudagin

VB hevur tveir heimadystir eftir hetta kappingarárið. Tann fyrri av teimum verður sunnudagin kl. 15, tá VB tekur ímóti Neistanum.

Fyri VB er enn stórur spenningur um bronsumedaljuna, sum VB og VÍF kappast um. Í løtuni er VÍF á 3. plássi við 19 stigum, sama stigatal sum VB, men VÍF hevur spælt ein dyst fleiri enn VB.

VÍF hevur 1 dyst eftir og tað er ímóti Kyndli í Vestmanna, meðan VB skal spæla ímóti Stjørnuni í Vági.

Kravið til VB er í minsta lagi ein sigur ímóti Stjørnuni í seinasta umfari, men um so er, at VÍF vinnur ímóti Kyndli í Vestmanna, so endar bronsan í Vestmanna.

Megnar VB at vinna 3 stig av 4 møguligum, so er bronsan tryggja.

Spennandi verður sunnudagin og vónandi koma nógv fólk at stuðla VB kl. 15 í Vágs Høll.