Múrarafelagið Knáur

EB/Streymur – Suðuroyingar sunnudagin

Sunnudagin kl. 15 skulu Suðuroyingar spæla 3. umfar í Effodeildini, tá teir við Margáir spæla ímóti EB/Streymi.

Suðuroyingar hava fingið ein flúgvandi byrjan á kappingarárinum, við tveimum sigrum í Effodeildini og sigri í kappingini um Løgmanssteypið.

Suðuroyingar liggja eisini ovast á stigatalvinum og eru einasta liðið, sum hevur fult stigatal.

Sunnudagin gongur leiðin til Streymnesar, har uppflytararnir úr EB/Streymi taka ímóti. EB/Streymur spældi fyrsta dystin javnleik ímóti NSÍ, men tapti í 2. umfari ímóti ÍF í Fuglafirði.

Dysturin er kl. 15 og verður í Suðuroynni við spenningi fylt við dystirnum.

 

Facebook viðmerking