Húsabjálving

Hvistan – ein sjónligur og virkin felagsskapur

Rørslufelagið Hvistan hevði leygardag rættuliga nógvar limir úti á vegnum í Suðuroynni, har túrur úr Akrabyrgi og norður til Sandvíkar var fyriskipaður.

Tað vóru sera umskiftiligar umstøður í veðrinum, men hóast tað, so vóru útvið einar 20 virknar Hvistur, ið stuðlaðu teimum trimum: Arni Brattaberg, Finn Johannessen og Margreth Augustinussen, ið høvdu sett sær fyri at renna allan teinin. Hesi trý, byrjaðu túrin kl 09.00 í Akrabyrgi og komu tey á mál í Sandvík við hópin av øðrum rennurum beint eftir kl 16 í gjár.

Lagið var gott á øllum túrinum, og stuðulin ið veittur var allan vegin, gjørdi at tað ongantíð var ivi um at tey komu á mál.

Hvistan hevur í ár fyriskipa hópin av tiltøkum, men framvegis heilsa tye og siga at ØLL eru vælkomin við, tí sum formaðurin í Hvistuni Finn Johannessen segði aftaná túrin í gjár: Eg bleiv skaddur, men so bleiv tað bara til Powerwalk (skundgongd) og styttri rennitúrar og eg kom eisini á mál beint í hølunum á teim fremstu, so tað er bara at koma við.

Facebook viðmerking