Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

So taptu Suðuroyingar

Suðuroyingar taptu í dag fyrsta dystin í ár, tá teir taptu 0-1 ímóti EB/Streymi við Margáir.

Sum skilst var talan um ein rættiliga javnan dyst, sum kundi fari báðar vegir, men heimaliðið var neyvari frammanfyri málinum og fekk eisini einasta málið í dystinum. Hálvleiksstøðan var 0-0, men dysturin endaði altso við 1-0 sigri til EB/Streymur.

Úrslitni í 3. Umfari føra við sær, at Suðuroyingar hava mist 1. Plássið í Effodeildini, tað hava Føroyameistararnir úr Víkingi yvirtikið.

Næsta umfar í Effodeildini verður 2. Páskadag, tá Suðuroyingar taka ímóti Skála við Stórá.

Facebook viðmerking