Múrarafelagið Knáur

VB gjørt sáttmála við nýggjan venjara

Nú er greitt, at Hvonndeildina og ungdómslið hjá VB fáa nýggjan venjara komandi kappingarár.

VB hevur í dag gjørt sáttmála við Rasmus Stensgaard, sum skal venja Hvonndeildina og ungdómslið hjá VB komandi kappingarár.

Rasmus Stensgaard er 20 ára gamal og útbúgving hondbólsvenjari, og hevur hóast unga aldurin longu fleiri ár á baki sum venjari, serliga í ungdómshøpi.

Bogi Mortensen, formaður í VB, sigur við Suðuroyarportalin, at tá tað gjørdist greitt, at tað ikki bar til hjá Michael Ericsson at halda áfram sum venjari, so valdu tey at royna eina danska loysn.

Rasmus Stensgaard hevur seinastu dagarnir verið í Vági, har hann eisini hevur havt fleiri venjingar við bæði Hvonndeildini og ungdómsliðum, og vit eru væl nøgd við tað vit hava sæð og hoyrt hesar dagarnar, sigur Bogi Mortensen.

Nýggi venjarin kemur, eins og verandi venjari, at hava ábyrgdina av at standa fyri menningini av ungdómshondbóltin í VB.

Facebook viðmerking