Húsabjálving

Stórmøti í Trongisvági

Um páskirnar skipar heimamissiónin í Suðuroy fyri stórmøtum í skúlanum í Trongisvági.

Byrja verður langa fríggjadag kl. 18.00. Tá talar Kristian Martin Petersen úr Fuglafirði og Mansbólkurin kemur at syngja.

Páskaaftan kl. 20.00 talar Silas Olofson úr Klaksvík og Mourits M. Viderø úr Trongisvági syngur.

Páskadag kl. 18.00 verður tað Niels Jacob Nielsen trúboðari nú búsitandi í Danmark, sum kemur at tala. Til hetta møtið syngur Streingjakórið í Porkeri.

Langa fríggjadag og páskadag verður innsavnan til missiónsarbeiðið. Ein drekkamunnur verður at fáa hvørt kvøld, og høvi verður at fáa eina samtalu um andlig viðurskiftir ella forbøn, um ein ynskir tað.

Eisini verður nakað fyri børnini. Hvørt møti byrjar við barnavinarligum sangum og einum orði um Jesus, sum børn kunnu fata.

Facebook viðmerking