Húsabjálving

Bíligari at hava børn í ansing á Tvøroyri.

Tað verður nú bíligari hjá foreldrum, at hava børn í ansing hjá Tvøroyrar kommunu. Tvøroyrar Býráð samtykti á fundi tann 6. apríl 2017, at foreldur, sum hava fleiri børn í ansing á dagstovni ella í dagrøkt hjá kommununi, fáa ókeypis ansing fyri 3. barnið og eftirfylgjandi børn.

Í løtuni fáa foreldur, sum hava 2, 3 ella fleiri børn í ansing, ávíkavist 300 kr. og 600 kr. í avsláttur, men frá 1. mai í ár verður hetta broytt soleiðis at… foreldur bert gjalda fyri 1. og 2. barnið í ansing hjá Tvøroyrar kommunu.

Facebook viðmerking