Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

U14 hjá Suðuroyingum víðari í steypakappingini

U14 hjá Suðuroyingum tók í dag ímóti AB við Stórá í dysti í steypakappingingini um Cadbury Steypið.

Veðrið til fótbólt var onki serligt við Stórá seinnapartin, men U14 dreingirnar hjá Suðuroyingum og AB tóku sær ikki nær av tí.

Suðuroyingar byrjaðu undan vindinum, men megnaðu ikki rættiliga at fáa nakað burturúr undanvindinum, hóast talan tó gjørdist um einstakar málmøguleikar.

Sum fyrri hálvleikur leið var tað eisini AB, sum kom fram til alsamt fleiri málmøguleikar, og tveir av hesum megnaðu Argja-dreingir at skora uppá.

Hálvleiksstøðan var eisini 2-0 til AB.

Frá byrjan av seinna hálvleiki vístu Suðuroyingar, at teir ætlaðu ikki at góðtaka støðuna. Teir stríddust um hvønn bólt og við góðum framat rættaðum spæli komu teir fram til fleiri málmøguleikar.

Men fyrst minkaði Ári Thomasen við sera góðum frísparki um munin til 1-2. Og løtu seinni javnaði Baldur Egholm Petersen, sum gjørdist leysur frammanfyri AB-málið eftir innlegg úr høgru síðu.

Liðini bæði stríddust fyri at fáa avgerandi málið, tí dysturin skuldi jú avgerast. Og hóast Suðuroyingar fingu ein leikara útvístan (2 gul kort), so var ikki stórvegis á muni á liðunum báðum. Onki mál kom tó afturat, og endaði dysturin við javnleiki 2-2.

Í samráð við venjarar (orsaka av veðri og Smyrli, sum AB-leikararnir skuldi við aftur til Havnar), varð gjørt av at fara beinleiðis til brotsspørk, tá dysturin skuldi avgerast.

Tá liðini høvdu skotið fimm brotsspark hvør, var støðan 3-3. Nýggir leikarar skuldu nú skjóta og tá AB brendi bæði tað fyrst og tað næsta brotssparki, meðan Suðuroyingar brendu fyrsta, men skoraðu tað næsta, so var dysturin avgjørdur og Suðuroyingar hava vunnið seg víðari í kappingini um Cadbury Steypið.

Fjórðingsfinalan verður 10. Juni, tá Suðuroyingar á heimavølli taka ímóti vinnaranum av dystinum millum Giza Hoyvík og Víking.

Facebook viðmerking