Múrarafelagið Knáur

Seinasti heimadystur hjá VB

Tórsdagin, Skírisdag kl. 15 verður seinasti heimadystur hjá VB í Hvonndeildini hetta kappingarárið. Talan er um avgerandi dyst, sum hevur týdning í mun til stríðið um bronsumedaljuna.

Dysturin Skírisdag er ímóti Stjørnuni úr Klaksvík. Fyri VB er tað nokk at fáa ein javnleik fyri at tryggja bronsumedaljuna.

Sum er, hevur VB 20 stig, meðan VÍF hevur 19 stig. VB hevur tó betri innanhýsis úrslit, og merkir hetta, at VB vinnur bronsuna, um liðini bæði enda jøvn í stigum.

VÍF tekur í morgin ímóti Kyndli í Vestmanna. Tapir VÍF hendan dystin ella spælir VÍF javnleik, so hevur VB vunnið bronsuna óansæð hvussu dysturin ímóti Stjørnuni endar.

Sum nevnt, so er hetta seinasti heimadystur (og seinasti dystur) hetta kappingarárið og tað er kl. 15 í Vágs Høll Skírisdag.

Facebook viðmerking