Húsabjálving

Føroya Størsta Ruddingartiltak

Ringrás fer í samstarvi við onnur at skipa fyri allarhelst størsta ruddingartiltaki av sínum slagi í Føroyum 22. apríl. Vit hava filmað og framleitt eina lýsing um tiltakið, sum sæst á hesari leinkjuni: https://www.youtube.com/watch?v=BEH1xkWyick

Sum tað sæst í lýsingini verður tað ein stór avbjóðing, so vit hava tørv á nógvum sjálvboðnum, um tað skal eydnast. Tí hevði tað verið ein stór hjálp, um tit kundu deilt lýsingina saman við kunningarskrivinum niðanfyri:

Kom við til Føroya Størsta Ruddingartiltak, saman gera vit mun!

Ringrás skipar saman við øðrum sjálvboðnum í Suðri fyri Føroya Størsta Ruddingartiltaki leygardag 22. apríl – nevniliga uppruddingini av rekastaðnum Trongisvágsbotni í Suðuroynni.

Fyri at megna hesa stóru uppgávu er neyðugt, at vit – einstaklingar, kommuna, felagsskapir, stovnar og virkir – draga somu línu og lyfta uppgávuna í felag.

Samstarvsandin er tí í hásæti, nú Ringrás, áhugabólkurin Rudda Trongisvágsbotn, Ítróttaháskúlin í Suðuroy, Tvøroyrar kommuna, IRF, MRCC og onnur saman gera ruddingina møguliga.

Men týdningarmiklast av øllum er, at luttøkan í ruddingini verður stór. Tí vilja vit hervið heita á og bjóða øllum áhugaðum vælkomnum at luttaka í ruddingini av Trongisvágsbotni!

Afturfyri bjóða vit eina serstaka uppliving – bæði í mun til náttúruna og dálkingina á staðnum – sum verður merkt av samanhaldi, áræði og bragdarhugi.
Melda til og síggj fullu skránna her, so hvørt hon verður dagførd: her

Facebook viðmerking