Húsabjálving

VB vann bronsuna

VB vann í gjár bronsuna í Hvonn-deildini, tá VB í Vágs Høll vann seinasta dystin í kappingarárinum ímóti Stjørnuni.

Skuldi VB vinna bronsuna, so var kravið undan dystinum, at VB skuldi hava eitt stig (í so fall, at VÍF skuldi vinna ímóti Kyndli leygardagin).

VB-kvinnurnar vildu tó ongan iva lata verða um avrikið. -Og hóast tað gekk javnt fyrstu 15 minuttirnar, har Stjørnan var eitt fet frammanfyri VB, so settu VB-kvinnurnar ferð á tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin.

Við fýra skjótum málum, fór VB frá 7-8 til 11-8, og eftir tað var í veruleikanum ongin ivi um, hvør fór at vinna dystin.

Fyrri hálvleikur endaði 17-13, og tá 60 minuttir vóru farnir var støðan 32-28, og VB hevði tryggjað sær bronsuna, sum Henrik Old, landsstýrismaður handaði kvinnunum eftir dystin.

Suðuroyarportalurin ynskir VB-kvinnum hjartaliga tilllukku við bronsuni.

Facebook viðmerking