Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

VIDEO: Suðuroyingar taptu í Løgmanssteypinum

Í Suðuroynni fylgdu fjepparar hjá Suðuroyingum Skírisdag við spenningini við dystinum ímóti NSÍ í fjórðingsfinaluni í Løgmanssteypinum.

Heimaliðið NSÍ byrjaði dystin betur og legði seg eisini á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki. 

Poul Ingason javnaði fáar minuttir inn í seinna hálvleik. NSÍ legði seg aftur á odda, men í seinasta minutti javnaði Jón Krosslá Poulsen.

Longd leiktíð skuldi til – og har fekk NSÍ aftur eitt mál, og endaði dysturin við 3-2 sigri til NSÍ.

Niðanfyri er samandráttur av dystinum.

Facebook viðmerking