Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Mærsk Lancer og Launcher farnir av Vági

Skírisdag fóru supply skipini Mærsk Lancer og Mærsk Launcher av Vági, har teir hava ligið seinastu vikurnar.

Mærsk Lancer og Mærsk Launcher hava sett kósina vestureftir ímóti New Foundlandi, har teir saman við fýra øðrum supply skipum hjá Mærsk skulu verða partur av oljuboring og -framleiðslu fyrireiking á Hebron-feltinum eystanfyri St. John.

Tað er oljufelagið Chevron, sum er fyristøðufelag, og hevur Chevron stórar vónir til Hebron-feltið – og er ætlanin at Hebron-felti skal í framleiðslu í ár.

Chevron hevur síðani 1979 havt rættindi á leiðini eystanfyri New Foundland, sonevnda Flemish Pass Basin har oljufeltini Hibernia, Hebron og Terra Nova eru.

Myndina av Mærsk Lancer og Mærsk Launcher, tá teir fóru av Vági, tók Niels Jacob Eysturberg.

Facebook viðmerking