Múrarafelagið Knáur

1. deild hjá Suðuroyingum vann 3-1 á B36

1. Deild hjá Suðuroyingum tók í dag ímóti B36 á Eiðinum í Vági. Og Suðuroyarliðið vann dystin 3-1.

Tað var annars B36 sum byrjaði betur og legði seg á odda 1-0.

Men við tveimum málum frá John Villy Wøldike og einum máli frá Teiti Krosslá Mortensen vendu Suðuroyingar dystin og sendu Havnamenn norðuraftur við ongum.

Úrslitið førir við sær, at Suðuroyingar fyribils eru á einum 3. Plássi í 1. Deild (AB og Víkingur hava ikki spælt enn).

Støðan í oddinum í 1. Deild er hendan:

NSÍ, 5 dystir: 13 stig

B68, 4 dystir: 9 stig

Suðuroyingar, 4 dystir: 7 stig

Víkingur, 3 dystir: 6 stig

 

 

Facebook viðmerking