Húsabjálving

Suðuroyingar – Skála, 2. páskadag kl. 15

2. páskadag taka Suðuroyingar ímóti Skála við Stórá. Dysturin byrjar kl 15.

Eftir 3 tey fyrstu umførini eru Suðuroyingar nr. 2 í Effodeildini við 6 stigum, 1 stig færri enn Víkingur á 1. plássi.

Skála er á 9. plássi við 2 stigum (javnleikir ímóti KÍ og HB). Skála hevur ikki skorað nakað mál í Effodeildini í 2017, men hinvegin er tað bara skorað eitt mál ímóti Skála, tað var í seinasta umfari, tá Víkingur vann 1-0 á Skála.

Dysturin Suðuroyingar – Skála verður við Stórá kl. 15.