Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Suðuroyingar greiðan 2-0 sigur á Skála

Í góðveðrinum seinnapartin tóku Suðuroyingar ímóti Skála við Stórá í Trongisvági. Undan dystinum gekk tosið kring vøllin um ein truplan dyst ímóti einum kontantum Skálaliði, men tá samanumkom hevði Skála lítið at bjóða uppá.

Fyrri hálvleikur fer ikki í søguna sum ein stórur fótbólts-hálvleikur. Heldur var tað hinvegin, at liðini bæði brúktu nógva orku uppá at stríðast um bóltin heldur enn at spæla fótbólt.

Heimaliðið byrjaði tó betur. Bert fáar minuttir inn í dystin fingu Suðuroyingar fyrsta málmøguleikan, hetta eftir horna. -Og hetta bar eisini boð um eina røð av vandamiklum støðum, tí Suðuroyingar vóru greitt omaná tá horna, fríspark og long innkast komu inn í brotsteigin.

Fyrsti hálvi tímun var annars rótutur. So var Skála eina løtu omaná og fekk spælið at glíða, men so aftur horna til Suðuroyingar. Og úr vinstru síðu kemur bólturin innfyri, eitt Suðuroyinga høvd á bóltinum, sum endar hjá Dánjal Godtfred, sum ikki ivast og skjýtur bóltin í málið til 1-0.

Suðuroyingar høvdu løtu seinni møguleikan at økja til 2-0, tá Jón Krosslá Poulsen við góðari sending sendi Johan Finnmann avstað einsamallan móti málinum, men seinasta trekkið gjørdist ov langt, soleiðis at Skála-málverjan náddi bóltin áðrenn norski áleyparin hjá Suðuroyingum.

Fimm minuttir seinni bríkslaði dómarin til hálvleik.

Seinna hálvleik byrjaðu Suðuroyingar væl betur. Spælið gekk gott og teir komu eisini fram til fleiri smærri og størri málmøguleikar. Serliga eftir horna var vandi á ferð frammanfyri Skála-málið.

Skála royndi at stríða seg inn í dystin. Tvær útskiftingar hjá útiliðnum skuldi flyta liðið longur fram, men hetta gav eisini fleiri møguleikar til Suðuroyingar.

Ein teirra, sum byrjar við sera góðari sending frá Rógva Joensen (og ikki, sum fyrr skrivað av unga evnaríka Stefan Radosavljevic – sum annars leikti ein góðan dyst) fram til Johan Finnmann, sum rennir seg leysan av Skála-verjuni. Skála-verjuleikari kastar seg í takling, men verður ov seinur, og dómarin dømir brotsspark. Jón Krosslá Poulsen skoraði trygt, og so var støðan 2-0.

Skála royndi eftir hetta at trýsta og kom eisini fram til onkran málmøguleika, millum annað eftir horna, tá trunkaspæl endaði at Skála-leikari fekk skot á bóltin, men málverjin hjá Suðuroyingum bjargaði hegnisliga.

Onki mál kom afturat í dystinum, sum Suðuroyingar sostatt vunnið uppiborið 2-0.

 

Mynd: Bjartur Vest