Húsabjálving

Suðuroyingar á 2. plássi eftir 4. umfar

Eftir 4 umfør í Effodeildini eru Suðuroyingar á 2. plássi við 9 stigum, 1 færri enn Víkingur, sum er fremst í Effodeildini.

Suðuroyingar hava fingið eina góða byrjan á kappingarárið. Av 12 møguligum stigum, hava Suðuroyingar vunnið 9 stig. 

Tá hini liðini í Effodeildini øll – uttan Víkingur – hava mist fleiri stig, so merkir hetta eisini, at Suðuroyingar eru í góðari støðu á stigatalvuni.

Víkingur er á odda við 10 stigum, meðan Suðuroyingar á 2. plássi hava 9 stig. 

Síðani eru 3 stig niður til KÍ, 4 stig niður til HB, og 5 stig niður til ÍF og EB/Streym. Og 6 stig niður til NSÍ og B36, sum Suðuroyingar taka ímóti við Stóra komandi sunnudag.

Úrslitini í 4. umfari í Effodeildini vóru hesi:

Suðuroyingar-Skála: 2-0

EB/Streymur-Víkingur: 1-5

HB-B36: 2-2

KÍ-NSÍ: 2-2

ÍF-07 Vestur: 0-1

Støðan í Effodeildini er hendan:

Mynd: Bjartur Vest

Facebook viðmerking