Húsabjálving

Sangkvøld í Betania í sunnukvøldið

Sangkvøld í Betania í Porkeri sunnukvøldið kl. 20.

Sunnukvøldið tann 23. apríl kl. 20.00 verður skipað fyri einum sangkvøldi í Betania í Porkeri.

Endamálið við kvøldinum er at fáa góðan felagssang.

Vit koma at syngja góðar gamlar sangir úr “Nýggju Songbók Guds Fólks” og eisini at læra nýggjari sangir.
Onkrir sangir hava eina serliga søgu knýtta at sær, og koma vit at hoyra onkra slíka søgu.

Øll eru hjartaliga vælkomin til sangløtuna.

Facebook viðmerking