Múrarafelagið Knáur

Varastjóri til Suðuroyar Sjúkrahús

Starvið sum varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi er leyst at søkja til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu.

Sum varastjóri verður tú ein partur av yvirskipaðu leiðsluni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Næst fyrisetti er sjúkrahússtjórin.

Suðuroyar Sjúkrahús hevur umleið 110 fólk í starvi í fleiri yrkisbólkum.

 

Ábyrgd og heimildir hjá sjúkrahúsleiðsluni

  • Sjúkrahúsleiðslan hevur í felag yvirskipaðu leiðsluna av Suðuroyar Sjúkrahúsi. Í hesum liggur: visjónir, mál og menning, sjúklingaviðgerð, diagnostikkur og røkt, gransking, langtíðar fysisk og fíggjarlig planlegging, stovnsmenning og leiðslumenning.
  • Sjúkrahúsleiðslan skal virka og uppfatast sum ein heild við sjúkrahússtjóranum sum tann, ið hevur endaligu ábyrgdina yvirfyri Heilsu- og innlendismálaráðnum.

 

Serligt ábyrgdarøki hjá varastjóranum

  • Ábyrgd av yvirskipaðu samskipanini á røktarfakliga økinum.

 

Ábyrgdarøkið og arbeiðsuppgávur eru neyvari greinaðar í starvslýsing, sum er til taks.

 

Førleikakrøv

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur (autorisatión)
  • Útbúgving innan sjúkrarøkt frá hægri lærustovni
  • Leiðsluroyndir, bæði innan røktarøkið og við fíggjarætlanarábyrgd
  • Kunnleiki og innlit í fíggjarstýring
  • Holla vitan um sjúkrarøktina á fleiri økjum
  • Framskygni viðvíkjandi røktarfakligu menningini
  • Kunna taka avgerðir saman við hinum í leiðsluni
  • Skapandi evni og óbundin av vanahugsan, duga og tora at raðfesta uppgávur
  • Góð samstarvsevni
  • Góð samskiftisevni
  • Góð leiðsluevni

 

Løn og setanarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, stig 48 umframt eina ikki eftirlønargevandi leiðaraviðbót, sum er 5.000 kr. um mánaðin. Setanarøkið fevnir um Heilsu- og innlendismálaráðið og stovnar undir tí. Arbeiðsstaður verður Suðuroyar Sjúkrahús. Setanarmyndugleiki er Heilsu- og innlendismálaráðið. Talan er um fulltíðarstarv.

Tann, ið settur verður, má tola møguligar broytingar í starvinum.

Nærri fæst at vita um starvið, starvslýsing v.m.  við at venda sær til Ronnie Midjord, sjúkrahússtjóra, tlf.  343300 ella ronnie@ssh.fo.

 

Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal sendast til:

 

Sjúkrahússtjórin

Suðuroyar Sjúkrahús

Sjúkrahúsbrekkan 19

FO-800  Tvøroyri

 

Umsóknarfreistin er 10. mai 2017.

 

 

Facebook viðmerking