Húsabjálving

Lærarar til Miðnámsskúlan í Suðuroy skúlaárið 2017 – 2018

Við Miðnámsskúlan í Suðuroy er – treytað av góðkenning frá myndugleikunum og treytað av ætlaðum virksemi – eitt ársvikariat í  landafrøði, alisfrøði og støddfrøði.

Eisini eru nøkur tímalærarastørv sum adjunktur ella lektari leys at søkja í lærugreinunum: støddfrøði, alisfrøði, landafrøði, miðlafrøði, sálarfrøði, tónleiki,  enskum, týskum, leiklist og sponskum og serliga við atliti til FHS og Búskparbreyt:   kunningartøkni, sølubúskapi, virkisbúskapi, innovatión, dekoratión, altjóðabúskapi og vinnilívsrætti.

Krøv til førleika sambært førleikakunngerð fyri lærarar á gymnasialu miðnámsútbúgvingunum.

 

KT er týðandi partur av frálæru og fyrisiting skúlans. Tí er neyðugt, at komandi lærarar skúlans hava KT førleikar á brúkarastøði.

Umsøkjarar, ið ikki hava námsfrøðiliga útbúgving, og sum verða settir, skulu í august mánaði taka námsfrøðiligt innleiðsluskeið, ið Mentamálaráðið skipar fyri.

Lønartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjamálaráðið.

                                           

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til leiðslu skúlans.

 

Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 10. mai 2017.

 

Miðnámsskúlin í Suðuroy

att: Ole V. Laursen, deildarleiðari

Grønudalur 2

FO – 950 Porkeri

ole.v.laursen@skulin.fo

tlf.  221063

Facebook viðmerking