Húsabjálving

100 ár síðani Vágssluppin Traveller varð niðurskotin á Føroya Banka

Arnfinn Bjarkhamar: Í mai mánaða 1917 frættist um sjáldsaman rokfiskiskap á Føroya Banka. Men Bankin var vandaøkið. Tó vóru tað fleiri sluppir, sum tóku kjansin. Teir høvdu sæð fleiri kavbátar á Bankanum, men fingu ikki so mikið sum eina ávaring. Og tá ið so Johanna kom inn til páskir við 10.000 banktoskum, hildu fleiri sluppir á Bankan. Men hetta kom at verða vandamikið.


Garðasluppin Traveller varð skotin niður á Bankanum 24. mai. 1917. Her er ein samandráttur um hvat Dorius Jacobsen, ið var bestimaður á Traveller og Niels Petur Magnussen, Niels Petur hjá Skómakaranum søgdu um hendingina.

Dorius Jacobsen (myndin vinstru megin), ið var bestumaður við Traveller, greiður frá, at Sámal Jacobsen, ættaður úr Søldarfirði, men búsitandi á Oyrabø í Vági, var skipari. Hann hevði ført Traveller í mong ár. Hetta var um náttina 24. mai, og veðrið var av tí allarbesta. Vit høvdu fiskað væl, og lógu uttarlaga á Føroya Banka.

Eg, Niels Petur Magnussen og Tummas Heinesen, Tummas í Lorvík , vóru staddir á dekkinum. Við eitt halda vit okkum síggja okkurt á sjónum. Í fyrstuni hildu vit, at tað var ein bátur við segli uppi, men tá ið eg so klatri upp í vantrið fyri at síggja betri, síggi eg, at tað er tornið á einum kavbáti, og hann stevndi beint á okkum. So var at varskógva hinar av manningini, og Sámal var skjótur á dekkið. Tá var kavbáturin, sum vísti seg at vera týskur, komin so nær, at rópast kundi millum hann og okkum. Teir á kavbátinum vildi hava okkum at koma umborð til teirra alt fyri eitt. Manningin á Traveller skilti ikki týskt, men onkur av yvirmonnunum á kavbátinum dugdi nakað av enskum og tað skiltu teir. Eisini hildu teir á Traveller, at onkur av týskarunum rópti okkurt á donskum.

(Myndin vinstrumegin: Sámal Jacobsen, skipari á Traveller). Síðani ruddaðu teir lítla bátin, sum var fullur av óruddi. Teir skutu síðani bátin á sjógv, allir fóru umborð og róðu síðani yvir til kavbátin. Í sjófrágreiðingini stendur, at báturin hekk afturút, tá ið kavbáturin kom uppá prei. Sámal fór umborð saman við við nøkrum monnum. Dorius og nakrir fáir av manningini vórðu eftir umborð á Traveller.

Niels Petur Magnussen sigur í viðtali við Marius Absalonsen, at hann og Mohr í Líðini róðu allar menninar umborð á kavbátin, og síðani róðu teir tveir týskarar umborð á Traveller. Hesir løgdu so spreingiløðingar kring skipið. Tá týskararnir fóru av aftur Traveller høvdu teir danska flaggið og eina byrsu við sær.

Tá ið teir vórðu komnir umborð aftur kavbátin, hoyrdist hvøllir brestir umborð á Traveller, og skipið tók at søkka. Allir hinir menninir komu síðani umborð aftur á lítla bátin. Rytu-báturin var eitt lítið fýramannafar og var so søkklaðin, at hann fleyt upp til hálva rimina.

Teir lótu seg úr styvlinum, fyri at lætta um bátin. Við sær fingu teir kummpass, segl, vatn og keks. Dorius sigur, at teir viðhvørt høvdu seglið uppi. Teir oystu, tí tað skvatlaði inn alla tíðina.

Tað var kavbáturin U33 (myndin vinstrumegin), sum søkti Traveller. Skipari á U33 var 29 ára gamli kapteynloynanturin, Martin Schelle.

Dorius, ið bleiv gott 100 ára gamal, var alla sínar dagar sannførdur um, at tað var kendi kavbátaskiparin, seinni presturin Martin Niemøller, ið stóð fyri niðurskjótingini. Hesin Martin Niemøller sat í týskari fangalegu allan seinna heimsbardaga. Hann var ein av fremstu móstøðumonnum Hitlers og stýri hansara.

Niels Petur sigur, at teir vóru 14 mans, men í sjófrágreiðingini eru bert 13 nevndir. Mikkjal Ørvarodd á Sandi er ikki nevndur í sjófráfrágreiðingini, men Niels Petur nevnir hann sum 14. mannin. Manningin misti alt, bert klæðini teir vóru í, komu við til lands. Meðan róð var inn móti Suðuroynni, sang Eliesar í Tjørnustovu, beiggi Dorius, nakrir andaligir sangir og segði nøkur góð orð. Tá ið teir høvdu róð í 22 tímar komu teir inn móti Fámjin. Út fyri Fámjin lá ein 80 ára gamal maður, Jóhan í Horni, saman við einum unglingi og dyrgdi. Tom Silvurdal og Niels Petur fóru síðani umborð á bátin hjá Johan í Horni. Teir róðu so undan og báturin hjá Traveller aftaná, tí torført kann vera at finna inn á Pollin í Fámjin. Teir vórðu væl móttiknir í Fámjin. Tá ið manningin á Traveller var komin til Fámjins, var boð sent til Vágs, og reiðarin sendi beinanvegin bát av Vágseiði eftir teimum. Boðini um hvat hent var, fóru skjótt um alla bygdina, og á Vágseiði var svart av fólki og tóku ímóti.

Manningin á Traveller var henda:
Sámal Jacobsen á Oyrabø, skipari
Dorius Jacobsen, bestimaður
Jógvan Joensen í Líðini
Eliesar Jacobsen, Norðragøtu
Tummas Heinesen, Tummas í Lorvík.
Jógvan Toftum
Danjal Jacobsen, í Nýlendinum
Jacob Toftum
Tummas á Mýri
Tom Silvurdal
Alfred Henriksen, Tustrup, Danmark
Niels Petur Magnussen
Jens Mohr Joensen, Mohr í Líðini.
(Mikkjal Ørvarodd av Sandi) ikki nevndur í sjófrágreiðingini..

 

Kelda:
Mattias Lassen
Marius Absalonsen
Óli Jacobsen

Facebook viðmerking