Hvalbiar skúli 45 ár

Hvalba.fo: 23. september vóru 45 ár, síðani skúlin á Vilsnabrúgv var vígdur.

Hetta var ein stórur dagur fyri sóknina, sunnudagur var, eins og í ár, og konfirmatión var eisini í bygdini.

Í 1872 varð fyrsti útlærdi lærarin, Óli Niklái Skaalum, settur í starv í Hvalbiar sókn, men tá var ongin skúli í Garðsenni, so børnini gingu í skúla í einum húsum longri vesturi.

Elsti sonur Óla Nikláa var eitt ára gamal, tá ið tey fluttu í skúlan í Garðsenni at búgva, tí tá búði lærarin í sjálvum skúlanum.

Grótið, sum skúlin í Garðsenni, er laðaður av, er høgt út úr hamarinum oman fyri skúlan. Tá gingu børnini í skúla annan hvønn dag, tey elstu ein dag og tey yngru ein.

Óli Niklái var eisini lærari í Sandvík, har hann var í tvær vikur og síðan seks í Hvalba.

Gott hundrað ár eftir hetta flytur skúlin á Vilsnabrúgv, og tá letur skúlin í Nesi aftur, og lærarin kemur við í skúlan á Vilsnabrúgv. Eisini næmingar úr Sandvík koma tá í skúlan í Hvalba í 6. og 7. flokk.

24. september var ein hugnaløta í skúlanum, sum myndirnar her boða frá.

Sigrun Toftheyggj fortaldi stutt um skúlans søgu, og síðani varð farið inn í fimleikarhøllina, har øll fingu pitsa, muffins og sunkist, og eisini vóru nakrir sangir sungnir.

Umboð fyri sóknarstýrið, Eir Norðberg, kom á vitjan við einum stórum urtapotti.

Ein hugnalig løta í Hvalbiar skúla.

Kelda: www.hvalba.fo

Facebook viðmerkingar