Bank Nordik

Páls Høll helst bíligasti svimjihylur í vesturheiminum

Ongin segði, at tað skuldi verða lætt at lesa roknskapir!

Dimmalætting kókar í vikuskiftinum søgu uppá roknskapin hjá Grunninum Páls Høll – og skrivar, at byggikostnaðurin var nærri 30 mió. Kr. enn tær góðar 20 mió. Kr., sum nevndar vórðu, tá Páls Høll lat upp á heysti 2015.

Í roknskapinum stendur at lesa undir Tíðaravmarking, at stuðul til verkætlanina verður “inntøkuførdur samsvarandi við avskrivingunum uppá bygningin”.

Við øðrum orðum verður stuðulin, sum fólk, feløg, stovnar, kommunur, land, og onnur hava latið, sambært Roknskaparlógini (og tískil eisini sambært grannskoðaranum hjá Páls Høll) inntøkuførdur yvir sama áramál sum bygningurin verður avskrivaður – eisini hóast stuðulin bæði er útgoldin til Páls Høll og brúktur til at byggja Páls Høll.

Í roknskapinum undir skyldur stendur “Tíðaravmarking – Stuðul”, og stendur har ein upphædd í 2015 (byrjunarár) á 7,65 mió. Kr. Hesa upphædd hevur Dimmalætting lagt afturat byggikostnaðinum og kemur so fram til at Páls Høll kostaði umleið 30 mió. Kr. at byggja.
Men hendan upphæddin ”Tíðaravmarking – Stuðul” hevur onki við byggikostnaðin at gera (hetta hevði Dimmalætting helst fingið at vita, um teir týmdu at spyrja).

Byggikostnaðurin var, sum nevnt, góðar 20 mió. Kr. Men í samband við uppsetan av roknskapi og grannskoðan, hevur grannskoðarin víst á, at byggistreymur og rentur í byggitíðarskeiðinum, skulu teljast uppí hetta – soleiðis verður komið fram til ein byggikostnað á góðar 24 mió. Kr.

Ella ein byggikostna á umleið 10.700 kr. fermeturin.
Hetta er helst bíligasti fermetur prísur uppá svimjihyl í øllum vesturheiminum, tí vanliga verður mett, at svimjihylar kosta millum 30.000 og 40.000 kr. fermeturin (hetta kunnu byggikøn vátta) !

Til samanberingar kann nevnast, at Tórshavnar Kommuna í samband við 50 m. hylin í Havn sum skilst arbeiðir við einum fermetur prísi á umleið 39.000 kr.

Men tann vinkulin er jú slett ikki spennandi !

 

Dennis Holm