Húsabjálving

Mentamálaráðið stuðlar sálarligum harskapi av børnum.

So endurtók sjónleikurin seg!

Næmingarnir fóru spentir til songar í gjárkvøldi, tí teir vildu vera væl fyri í skúlanum í morgun. Fleiri høvdu ringt við at sovna, og tá so svøvnurin kom vóru hetta bert fuglablundar, tí eingin vildi verða ov seinur í morgun. Góður morgunmatur var etin og so í skúla.

Spenningurin økist nærri vit koma skúlanum. Klokkan ringir inn og næmingarnir skunda sær at finna sær sess og opna telduna. So hoyrast tær fyrstu ræðsluslignu barnarøddirnar: Her hendir einki. Eg sleppi ikki inn. Eg havi roynt fleiri ferðir.

Eftir at hava sitið á pínubonkinum í hálvan tíma koma boðini: Alt avlýst í dag!

Hesin sjónleikur er stuðlaður fíggjarliga av landinum. Hann hevur órógvað undirvísingina nógv hjá 4. og 6. flokkunum í ár. Sjónleikurin eitur LANDSROYNDIN 2017.

Eg dugi ikki at síggja, hví næmingarnir í føroyska fólkaskúlanum skulu til landsroynd? Um neyðugt er at vita støðuna hjá øllum næmingunum í 4. og 6. Flokkunum er bert at spyrja læraran um eitt úttalilsi ella støðumet, tí lærarin er tann, sum kann gera hetta og ikki eitt vánaligt teldusamskifti eitt tilvildarligt tíðspunkt á degnum

Hvussu leingi ætlar landsstyrið at finna seg í at gjalda fyri sálarligan harðskap av føroyskum børnum?

Hvussu leingi finna foreldur seg í hesum?

Átti eg børn í skúlaaldri í dag, hevði eg havt mínni børn heima tann dagin almennu Føroyar spæla landsroynd.

Jean Dimon

Facebook viðmerking