Bank Nordik

Kunningarfólk á Krambatanga

Við hesum søkir Suðuroyar Ferðavinnufelag eftir fólkið at taka sær av kunning í samband við komur, hjá Smyrli á Krambatanga og veita tað kunning, sum tørvur er á.

Rokna verður við at tann sum verður setturhevur áhuga innan ferðavinnu í Suðuroynni.

À kunningardiskinum á Krambatanga er ætlanin at ein skal kunna fáa faldarar og annað kunningar tilfar um Suðuroynna og tiltøk í oynni.

Talan verður um fastlønt starv, 26 tímarum vikuna, í tíðarskeiðnum 1. juni til 15. aug 2017.
Tann sum verður settur skal kunna samskifta á føroyskum, donskum og enskum. Rokna verður við, at tann sum søkir hevur telduførleika á brúkarastøði.

Tað kunnu fyrikoma aðrar uppgávur í tí tíðarskeiðnum, sum tú ert staddur á Krambatanga.

Meira kunning fæst við at venda sær til formannin Onnu Brattaberg tlf. 270469.

Umsóknir skulu verða Suðuroyar Ferðavinnufelag í hendi seinast 20. mai 2017 kl 20 og skulu sendast til info@komsudur.fo