Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

HB-Suðuroyingar kl. 15 í Gundadali

Kl. 15 í dag skulu Suðuroyingar til enn eina styrkiroynd, tá teir í Gundadali skulu spæla ímóti HB.

HB er í løtuni á einum 6. plássi við 7 stigum – hava vunnið 1 dyst, spælt 4 javnar og tapt 1. Suðuroyingar eru á 2. plássi við 12 stigum – hava vunnið 4 dystur og tapt 2.

HB spældi farna vikuskifti javnleik 2-2 ímóti Víkingi í Gundadali. Meðan Suðuroyingar við Stórá taptu 1-3 ímóti NSÍ.

Suðuroyingar skulu sostatt royna at reisa seg aftur eftir tapi farna sunnudag, meðan HB helst hevur ætlan um at fáa gongd á eina sigursrøð, eftir at teir hava spælt 3 dystir á rað javnt.

Dysturin í Gundadali byrjar kl. 15.