Húsabjálving

Várkappingin 2017 í VB-húsinum 13. mai

Leygarkvøldið 13. mai kl. 19 verður árliga Várkappingin í sjavs í VB-húsinum. Vinnarin av kappingini vinna hvør sín ferðaseðil til sjavstúrin við Norrønu í juni mánað.

Sum vant, so eru eisini góðir vinningar til nr. 2, 3, og 4, sum vinna gávubrøv. Harumframt fáa 4 fremstu pørini eisin steyp.

Lutaseðlar verða seldir og verða 10 vinningar á lutaseðli.

Kostnaðurin at luttaka er 100 kr. pr. persón, íroknað er suppa v/breyði, kaffi & te og kaka.

Tilmelding krevst – og fer fram á tlf. 373036 ella 254931 í seinasta lagi á døgurða leygardagin 13. mai.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerking