Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

STARVSLÝSING – Leyst starv í klædna og búnýtishandlinum á Torginum

Torgið sóknast eftir starvsfólkið at starvast í klædna og búnýtishandlinum, starvið verður sett skjótast gjørligt.
Torgið er ein handilsmiðstøð, har ein matvøruhandil, kiosk og øl søla er á 1. hædd. Og á 2. hædd er klædnahandil og búnýtishandil. Vit selja klæðir til børn, kvinnur og menn.
Starvið fevnir um kundarøkt, seta vørur uppá pláss, kassaavgreiðslu, umframt at man kemur at hava eitt ábyrgdarøkið, ið man saman við leiðara kemur at bíleggja vørur heim.
Talan er um starv á uml. 30 tímar um vikuna, har arbeiðstíðirnar eru skiftandi millum 09.30 til 15, og 10 til 17.30. Síðani arbeiðir man annan hvønn leygardag.
Upplatingartíðirnar eru soleiðis:
Mánadag – fríggjadag 10.00-17.30

Leygardag 10.00-14.00
Vit vænta at tú:
– Ert fyrikomandi og blíð/ur

– Møtir rættstundis

– Hevur áhuga í at starvast í handli

– Hevur eitt jaligt lyndi

– Dugir at taka ábyrgd
Royndir innan handil er ein fyrimunur – tó ikki ein treyt.
Løn verður givin sambært S&K.
Um hetta er nakað fyri teg, ert tú vælkomin at senda okkum títt CV, og nøkur orð um teg sjálva/n, til torgidvagur@gmail.com
Meira fæst at vita um starvið við at ringja til Edith Mariu Samuelsen á telefon 592900
Vit gleða okkum at móttaka tína umsókn 🙂
 
Facebook viðmerking