Bank Nordik

Teknikapping – Altjóða tubbaksfríi dagur 31. mai

Í sambandi við Altjóða Tubbaksfría dagin t. 31. mai skipar Fólkaheilsuráðið fyri eini teknikapping fyri børn og ung:

0. flokkur og børn undir skúlaaldur
1. – 4. flokk
5. – 8. flokk

Ein vinnari verður kosin í hvørjum aldursbólki, og fær hvør vinnari kr. 500 í virðisløn. 

    • Støddin á tekningunum skal vera 10×10 cm – ikki størri og ikki minni.
    • Skrivið navn, føðingardag og telefonnummar aftanfyri á tekningini.
    • Hvør skúlaflokkur kann senda fleiri tekningar í einum brævbjálva.
    • Boðskapurin í tekningini skal vera at eggja roykjarum til at halda uppat at roykja ella at halda ungum frá at byrja, t.d.:
    • “Sigarettir – nei takk”
    • “Roykfrítt – ja takk”Børnini kunnu frítt velja, hvussu tekningin skal síggja út.Sirið Stenberg, landsstýriskvinna handar virðislønirnar á torginum í SMS mikudagin 31. mai kl. 16, har allar myndirnar verða vístar fram sama dag.

Tekningarnar skulu sendast til:            Fólkaheilsuráðið,  J.C. Svabosgøta 43, 100 Tórshavn

Í Dómsnevndini sita Vár Berghamar Jacobsen, Janus á Húsagarði og Eli Smith

  • Vit vóna, at tit fara at taka væl undir við kappingini.
  • Tekningarnar skulu vera Fólkaheilsuráðnum í hendi í seinasta lagi 24. mai. Besta myndin í hvørjum bólki verður víst á heimasíðuni www.folkaheilsa.fo.
  • “Roykfrítt rokkar”