Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Fólk við tekniskari útbúgving til grót- og asfaltkanningar

Er menning av  føroyskari  grót, skerv og asfaltframleiðslu nakað fyri teg? Vit sóknast eftir einum starvsfólki til at standa fyri grót- og asfaltkanningum á Royndarstovuni í Hundsarabotni.

Royndarstovan er tænastuveitari  til framleiðslueindirnar hjá Landsverki, ið fevna um tvey asfaltverk og trý skervverk. Tú fert at arbeiða í tøttum samstarvi við hesar eindirnar. Harumframt veitir Royndarstovan eisini viðskiftafólki uttan fyri stovnin ymsar tænastur.

Arbeiðsuppgávur
Talan er um eitt spennandi starv við møguleika fyri at mynda og menna góðskuarbeiði á Landsverki. Í byrjanini fevnir uppgávan millum annað um:

  • Grótkanningar av ymiskum slagi
    • Góðskukanningar av framleiðslu
    • Góðskukanningar fyri aðrar kundar
  • Asfaltkanningar
    • Leypandi góðskukanningar av framleiðslu
    • Asfaltroyndir og kanningar av vegastrekkjum kring landið
    • Samskifti og viðgerð í sambandi við góðskumál
  • Kanningar av rávørum
    • Bitumen kanningar
    • Grótvørur og annað

Sum frálíður kemur eisini at vera arbeitt við menning av nýggjum vørum og tænastum innan asfalt og grótøkið afturat oman fyri nevndu uppgávum.

Førleikakrøv
Vit ímynda okkum at tú hevur tekniska útbúgving sum t.d. byggifrøðingur, byggitøkningur ella líknandi, og at tú hevur áhuga í entreprenørvinnuni. Sum persónur ert tú nærlagdur og arbeiðssamur. Vit vænta, at tú hevur lætt við at hugsavna teg og dámar at fara í smálutir. Tú hevur góðan ordan í øllum tí, sum tú arbeiðir við.

Umráðandi er eisini, at tú dámar at arbeiða sjálvstøðugt og ert ein arbeiðsglaður viðleikari, sum gevur eitt jaligt íkast til menning av arbeiðsplássinum.

Setanartreytir
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Arbeiðsstaðurin er á Royndarstovuni í Hundsarabotni.

Sum starvsfólk á Landsverki innan hetta økið, fært tú møguleikan at menna teg við viðkomandi upplæring, bæði innanhýsis  á Landsverki og uttanlands hjá samstarvspartnarum.

Umsóknir
Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 22. mai 2017.

Fleiri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Eydnu Mikkelsen, deildarleiðara, á tlf. 290 845 ella esmi@lv.fo.

Facebook viðmerking