Húsabjálving

Suðuroyingar “fangaðir” og “snýttir”

Helst skulu suðuroyingar og onnur, sum ferðast um Suðuroyarfjørð brynja seg við toli í nakrar vikur annaðhvørt ár, tá avloysaraskip skulu í sigling meðan Smyril er í dokk – í øllum førum um støði er sum við Galaxy.

Øll eru samd um og fegnast uttan iva eisini um, at ongi óráð verða tikin og trygdin verður í hásæti. Men støðan við skipinum Galaxy um Suðuroyarfjørð er ikki nøktandi.

Galaxy vendi ónsdagin við aftur, tá hon kom norður ímóti Lítlu Dímun. Í dag (tórsdag) sigldi Galaxy norður, men hetta er einasti túrur í dag – eisini hóast upptøkur frá ferðafólki umborð vísa, at veðrið er gott og at kalla ongin alda er. Sum skilst verður broyting í kvøld, sum ger ferðina suður eitt sindur verri til veður.

Í øllum førum, so eru nógvir suðuroyingar og ikki minst nógv ferðafólk, sum ætlaðu at halda langt vikuskiftið í Suðuroynni, “fangaði” í Havn og noyðast á hotel ella í gistingarhús, tí umborð á Galaxy, har fólk kunnu leiga kømur í kvøld, er alt longu fult.

 

Snýtt av tyrluni

Í dag komu eisini fleiri suðuroyingar heim við flogfari úr Danmark. Hesi vóru kunnaði um støðuna við Galaxy og fingu at vita tey í staðin sluppu við tyrluni. Ferðaseðlar vórðu eisini keyptir við tyrluni, men eftir at hava bíðað í fleiri tímar (tí tyrlan varð útkallað til neyðstøðu) og tyrlan endiliga kom aftur í Vága Floghavn, fingu tey at vita, at tyrlan hóast alt ikki fleyg, tí Galaxy var farin av Krambatanga.

Tey fingu at vita, at tey í staðin kundu sigla suður í kvøld og vórðu víst til bussar, sum ókeypis koyrdu tey til Havnar. Men Galaxy siglur, sum kunnugt, ikki av Havnini í kvøld. Og tey, sum høvdu keypt ferðaseðil við tyrluni til Suðuroy, hvørki sloppu til Suðuroyar ella fingu endurgjald fyri ferðaseðilin – og noyðast eisini í kvøld at keypa sær gisting í Havn.

Facebook viðmerking