Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Bygdastevnan í Hvalba 2017: Broytingar

Av tí at hann lovar eitt sindur ivasamt veður í morgin, verður setanin av bygdastevnuni flutt í Roynhøllina.

Tað vil siga at Bygdastevnan 2017 verður sett í Roynhøllini kl 14, beint eftir gudstænastuna í Hvalbiar Kirkju.

Vegna óstøðugt ferðasamband, so ber tað ikki til hjá landstýriskvinnuni í mentamálum Rigmor Dam at koma suður at seta bygdastevnuna, men røðan er komin suður, og tað verður Malla Dam, ið fer at bera hana fram í Roynhøllini klokkan 14.00

Konsertin, sum skuldi vera í Hvalbiar Kirkju, við Vestmanna sangkór er avlýst.

RIB62 verður heldur ikki við á bygdastevnuni í ár, við skjóttgangandi bátum og heitum pottum

Um tað koma fleiri broytingar, so koma tær á her.