Húsabjálving

Familjurørsla á bygdastevnuni í Hvalba

Bygdastevna er hetta vikuskiftið í Hvalba og hóast nógv órógv hevur verið um ferðing um Suðuroyarfjørð, so lata fólkini handan Hvistuna seg ikki seta aftur.

Tí íkvøld kl 18.00 verður bjóða til familjurørslu við Heygsvatn. Ætlanin er at hittast kl 18.00 og kunna verður um tveir ymiskar túrar. So kunnu øll, børn, vaksin, ung sum gomul, gera túrin til gongu, súkklandi, trillandi ella rennandi, áðrenn tey í Hvistuni saman við bygdarfólkunum, bjóða kakao og bollar.

Tiltakið hevur áður verið roynt og heilt fitt av fólki leita sær til Heygsvatn, men hesafer hittast vit við vegin omanfyri Heygsvatn. Hvistan ynskir at fáa enn fleiri út at røra seg, og er hetta ein liður í hesi ætlan, og lata tey heilsa at ØLL eru vælkomin og at tað er ókeypis.

Facebook viðmerking