Húsabjálving

Stórfingin gáva til felagið

Í samband við 125 ára føðingardegnum hjá Tvøroyrar Bóltfelag er stórfingin gáva latin felagnum frá TG Seafood. Uppsetanina hevur Holm Electric v/ Jón Tórur Holm staðið fyri.

Talan er um nýggja klokku til vøllin inni við Stórá. Tann gamla talvan, ið stavaði aftur frá teimum síðstu árunum á Sevmýri var ikki samstarvsvinarlig og tí er hetta ein kærkomin gáva.

Tvøroyrar Bóltfelag takkar so hjartaliga TG Seafood fyri gávuna og Holm Electric fyri uppsetan og vit vóna, at hon sleppur at vísa nógvar heimasigrar framyvir. Byrjast kann hóskandi í morgin, tá KÍ kemur á vitjan við Stórá.

Hetta skrivar tb.fo, myndina tók Allan Smedemark

Facebook viðmerking