Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Familjugudstænasta í Sumba sunnudagin

Kirkjan í Sumba er í morgin, sunnudag, karmur um familjuguðstænastu.

Nakrar ferðir um árið, verður skipa fyri øðrvísi guðstænastu og hendan í morgin er serliga vend sær móti børnum og barnafamiljum, men sjálvandi er eisini okkurt til tey eldru eisini.

Við sálmasangi, sunnudagsskúla sangum og einar nakað øðrvísi prædiku, koma børn úr sunnudagsskúlanum í Vági at vitja og fer Finn Johannessen at tosa. Aftaná guðstænastuna verður farið niðan í skúlan til døgurða.

Guðtænastan í Sumbiar kirkju, byrjar kl 12.30.