Páls Høll - Faroe Islands' Aquatic Center

Góð Galaxy barnakapping í Hvalba

Í dag skuldi fleiri av ungu fótbóltsliðunum, verið norðanfjørðs og spælt kapping. Roynt var at fáa hesar kappingar útsettar, men tað ber ikki til, sjálvt um víst var á vánaliga ferðasambandið í løtuni.

Men tá tað ikki ber til at flyta kappingarnar norðanfjørðs, so bleiv skipa fyri kapping í Hvalba í dag, í samband við at bygdastevna er í Hvalba.

Kappingin fekk bara navnið Galaxy kappingin.

Øll børnini høvdu ein góðan dag og fingu tey øll heiðurmerkið, tá kappingi var liðug.

Síðani vóru øll boðin í Roynhøllina til stóra kalda borði í Roynhøllini.

42 børn í aldursbókunum U10 og U12 gentir og drongir.

Hetta er tilfeingið til felagsliðið í Suðuroynni.