Múrarafelagið Knáur

Suðuroyingar-KÍ sunnudagin

Sunnudagin kl. 14.30 taka Suðuroyingar ímóti KÍ við Stórá – Kí sum farna vikuskifti tók 2. plássi frá Suðuroyingum, tá teir vunnu 3-1 á ÍF.

Eftir eina góða byrjan við 4 sigrum í fyrstu 5 umførunum, hava Suðuroyingar tapt tveir truplar dystir á rað, fyrst á heimavølli ímóti NSÍ og síðani á útivølli í Gundadali ímóti HB.

Dysturin sunnudagin er eisini ein trupul dystur ímóti ein sterkum KÍ-liðið, sum uttan iva hevur sum minsta málsetning at vinna antin FM ella kappingina um løgmanssteypið.

Suðuroyingar skulu royna at fáa stig á aftur konto’ina, nú teir í tveir dystir á rað ikki hava fingið stig. Greitt er, at hóast heimavøll, so er talan um ein trupulan dyst ímóti einum formsterkum KÍ-liði, sum ikki hevur tapt í ár.

Dysturin byrjar kl. 14.30.

Facebook viðmerking