Múrarafelagið Knáur

Suðringarnir ikki hepni við sær

Í dag fingur Suðringarnir vitjan av KÍ, sum undan dystinum var á 2. plássi, so her var talan um ein ordiligan oddadyst.

Men hetta sást ikki aftur í spælinum, nógv sera óskipa spæl frá báðum liðum.

Eftir uml 24 min spæl, sendir Jón ein bólt inn um verjuna til ein frían Búa, men málmaðurin bjargar skotinum.

Spæli var eisini sera har, serliga vóru tá KÍ leikararnir, sum spældu sera hart bæði við beini og armun.

Tá 41 min vóru farni løgdu gestirnir seg á odda.

Tá 65 min vóru farnir fekk Búi spæl seg heilt til baklinjuna, hóast KÍ leikararnir hingu á honum, fekk hann spælt bóltin til Jón, sum smekkaði bóltin í neti til 1-1.

Nú kókaði og bert løtu seinni sparkaði Jón ein góðan bólt á stongina.

Tá 77 min vóru farnir var tað enn ein risa feilur í verjuni hjá Suðringunum, sum førdi við sær at Adu kundi leggja KÍ framum 2-1.

Hetta gjørdist eisini endaliga støðan á einum sera rótutum og hart spældum dysti.

Eydnan var ikki við Suðringunum og eru teir nú á 4 plássi og KÍ reyk upp á fyrsta plássi.

Facebook viðmerking