Húsabjálving

Lærarar til Vágs Skúla

Vágs Skúli søkir eftir samstarvshugaðum og fakliga dugnaligum lærarum at byrja skúlaárið 2017/2018.


Søkt verður eftir:
– 4 lærarum í fast starv
– 2 lærarar í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2017/2018 fyri lærarar í farloyvi, barnsburðarfarloyvi, vegna lækkað tímatal, eftirútbúgving, serligan tørv og avlopstímar.

Endaliga tímatalið til eitt av tíðaravmarkaðu størvunum verður ikki ásett fyrr enn eftir 1. september 2017.

Skúlanum tørvar lærarar, ið m.a. kunnu átaka sær at undirvísa í alisfrøði, føroyskum, og donskum.

Umframt lærarar søkir Vágs Skúli eftir

Námsfrøðiligum stuðli skúlaárið 2017/2018. – 1 starv at seta við setanarbrotinum 0,562 ella 25 t/v í miðdeild

Førleikakrøv:
– Tú skalt hava útbúgving sum fólkaskúlalærari.
– Hava góð samstarvsevnir
– Sýna næminginum og undirvísingini tín eldhuga
– Duga væl at brúka teldu sum amboð í undirvísingini og duga at brúka talgildar undirvísingarmiðlar.

Skúlin bjóðar
– Nútímans skúla
– Starv við møguleika at bróta upp úr nýggjum
– Góðar arbeiðsumstøður
– Starvsfólkahóp, ið ikki ræðist avbjóðingar

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2.

Størvini eru sáttmálasett, uttan so, at tann, ið sett/-ur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan.

Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum, frágreiðingum um arbeiðsroyndir og møguligum viðmælum skulu verða Vágs Skúla í hendi í seinasta lagi mikudagin 1. juni 2017, kl. 12.00.

Tú fært meiri at vita um størvini frá John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf. 239330.

Umsóknin verður stílað til:
Vágs Skúla
Vágsvegur 32
900 Vágur
ella við telduposti: john.henrik.holm@skulin.fo

Um skúlan:
Næmingatalið í Vágs Skúla er 209 í tíggju árgangum. Í 8. – 9. flokki er Vágs Skúli tvísporaður hetta tí, at Vágs Skúli er felagsskúli fyri bygdirnar Hov, Porkeri, Lopra, Akrar og Sumba í hádeildini. Í skúlanum starvast 23 lærarar, 3 námsfrøðingar, húsavørður, 7 vaskifólk og heilsufrøðingur.

Facebook viðmerking