Húsabjálving

Sáttmálin við Johan Gulliksen uppsagdur

Johan Gulliksen verður ikki at síggja aftur í grønu troyggjuni hjá TB/FC Suðuroy/Royn, sáttmálin er uppsagdur eftir, at staðfestast mátti, at skaðin hann hevur fingið verður ov drúgvur. Johan Gulliksen leikti ein dyst fyri TB/FC Suðuroy/Royn.

Felagið var vitandi um, at Johan var skaddur undan kappingarbyrjan, men vónin var, at skaðin ikki bleiv ov drúgvur. Johan bleiv eisini skaðafríður og spældi ímóti Skála, men bleiv tíverri skjótt aftur skaddur og harvið mátti ásannast, at hansara skaði varð drúgvari enn vænta og tí er sáttmálin uppsagdur við norska framherjan.

Hetta skrivar tb.fo, mynd Larvik Fotball

Facebook viðmerking