Múrarafelagið Knáur

Prógvhandan Dugnaskapsskeið 2017

Sunnudagin 14.05.2017 var prógvhandan í skúlahøllini í Vágs skúla, har prógv vórðu handaði fyri Dugnaskapsskeið.

Vágs kvøldskúli hevur nú í mong ár havt undirvísing í dugnaskapsskeiði og í hesum sambandi var prógv handan í skúlanum í Vági. Tað er Torgir Strøm, sum stendur fyri frálæruni í dugnaskaps skeiði.

Teir sum fingu próg í ár vóru: Kristian Jensen Bertholdsen – Jens Olivur Erlingson – Olaf Andersen Hentze – Just Hjelm – Jóannes Jespersen – Johan Kalsoy (er ikki á myndini) – Árnfríður Olsen – Claus Olsen – Torstein Thomsen og Hans Andrias Thomsen (er ikki á myndini, men sonurin Poul Arni hevur tikið móti próvnum, og er við á myndini).

Skúlin væntar at byrja aftur í oktobur mánað og eru tit vælkomin at melda tykkum til skeiðið hjá Torgir Strøm ella Sølvi Andreasen.

Facebook viðmerking