Múrarafelagið Knáur

Lærara- og stuðulstarv í Sumbiar skúla

Lýst leyst til setanar frá 1.august 2017

Søkt verður eftir lærarum og einum stuðli skúlaárið 2017/18

 

1 lærara í fast starv, setanarbrot 0,75. Skal hava svimjilærara-prógv.

Endaliga tímatalið verður ásett eftir 1. sept. 2017.

 

Eitt tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2017/18, 5 t/v.. vegna avlopstímar. Skal helst hava svimjiroyndina.

 

1 stuðul við námsfrøðiligari ábyrgd umleið 13

tímar um vikuna.

Stuðulsarbeiðið umfatar at vera um næming í 4. og 7.flokki.

 

Tann sum sett/ur verður skal:

Undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

Dugu at samstarva og er fyrikomandi.

Vera fús/ur at taka á seg tær uppgávur, ið eru í skúlanum.

Vera við til áhaldandi at menna skúlan.

Vera stundisligur og nærlagdur.

 

Okkum tørvar lærarar, sum kunnu undirvísa í:

 

Støddfrøði 1.2.3. fl.

Donskum 3.4.5 fl.

Enskum 6.7.fl.

Handaverk og list 1-7 fl.

Svimjing og fimleiki. 1-7.fl.

Førleika krøv. Læraraútbúgving, og førleika í nevndu lærugreinum..

 

Lønar og setanartreytir:

Starvið verður lønt í lønarflokkinum 18.1-29.2.

Sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Stuðulstarvið verður lønt eftir sáttmála millum Føroy Petagogfelag og Fíggjarmálastýrið.

 

Umsóknir:

Umsóknir við avrit av prógvi og møguligum viðmælum skulu sendast til Sumbiar skúla, Ovarivegur 9, postrúm 100, 970 Sumba í seinasta lagi fríggjadagin 02. juni 2017 kl 18.

 

Nærri fæst at vita um størvini við at venda sær til Arnfinn Bjarkhamar, skúlaleiðara, á tlf. 252230 t-postur: arnfinnur.bjarkhamar@skulin.fo

Facebook viðmerking